Ongi úrslit

Minnisplátur verða settar við minnisvarðan í Vestmanna

Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á landi ígjøgnum árini

vestmanna.fo
2 tímar síðan

Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, ið hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritaði í grót, og verða tað grótplátur á fóti, ið fara at standa á økinum. 

Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á landi ígjøgnum árini. Minnisplátur verða gjørdar við teimum, sum eru farin frá 1940 og til dagin í dag.

Í fyrstu syftu verða fýra plátur settar upp og síðan verða fleiri so hvørt settar upp.

Minnispláturnar fara ikki bert at bera nøvn, men eisini søgur um hendingar og bygdafólk, sum fóru út at arbeiða og skapa lívsgrundarlag, men ongantíð komu heimaftur. Á nøkrum plátum er ætlanin at seta QR-kotur á, so til ber at hoyra um serliga sjáldsamar hendingar.

Tað er bygdarsavnsnevndin hjá kommununi, ið er mannað við Fróða Skúvadal sum formanni, Páll Hellu og Paula Magnussen, sum nevndarlimum, ið skipa fyri og hava savnað saman nøvn og hendingar. Grótvirkið í Skopun ger minnispláturnar og tær fyrstu eru farnar í framleiðslu.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

Í gjár kl. 20:30