Tonik kunnger nú, at íslendska teldufrøðingurin og app-menarin Anna Laufey Stefánsdóttir verður ein av røðarunum á Tonik 2026. Hon er stovnari av Stafræn velferð (Digital Wellness) og kend sum ein týðilig og nærverandi rødd í kjakinum um, hvussu tøkni ávirkar gerandisdag, ans, hugsavnan, trivnað og uppvøkstur.
Framløgan hjá Annu hevur heitið:
“The Journey to Digital Wellness”
Anna Laufey hevur brúkt áratíggju í tøkniídnaðinum við at menna mobilappir – men í dag stendur hon, sum hon sjálv sigur, “hinumegin skíggjan”. Við bæði sterkum tøkniligum førleikum og persónligar royndir av, hvussu fartelefonin dregur í okkara dagliga lívi, hevur hon tvey ymisk sjónarhorn: bæði sum skapari og kritikari av talgildum vørum.
Íblástur frá nógv umrøddari bók
Ein týðandi íblástur í arbeiði hennara er bókin “The Anxious Generation” eftir Jonathan Haidt – ein bók, sum nógv verður tosað um í hesum døgum í sambandi við børn, ung og talgilda gerandisdagin. Í kjalarvørrinum á hesum kjaki er Anna vertur fyri poddvarpinum Kvíðakynslóðin, har hon í samrøðum við serfrøðingar, lærarar, foreldur og ung granskar spurningin: hvussu formar talgilda lívið barndóm, ans og vælveru í Íslandi?
Tøkni, skúlaverk og foreldur – og ítøkilig amboð
Arbeiðið hjá Annu fevnir um tøkni, útbúgving og almenna umrøðu. Hon undirvísir í talgildum trivnaði og skipar fyri verkstovum í skúlasamfeløgum – og heldur fyrilestrar fyri børnum, ungum, foreldrum, skúlum og fyritøkum. Endamálið er at hjálpa fólki at skilja, hvussu nýmótans tøkni er sett saman, og hvussu vit kunnu brúka hana meira tilvitað.
Tað snýr seg ikki bara um “skermtíð”. Anna arbeiðir við spurninginum, hvat vit vilja hava meira av í staðin fyri altíð at vera ‘á’. Kreativitet, hugsavnan, sterkari familjubond og veruligar upplivingar. Hon kemur eisini inn á talgilda trygd og ábyrgd á netinum, so bæði børn og vaksin fáa betri førleikar at navigera í einum heimi, har skíggin fyllir alsamt meira.
Við Annu Laufey á skránni setur Tonik fokus á eitt av mest viðkomandi evnunum í okkara tíð: hvussu vit byggja eitt sunnari og meiri tilvitað samband við tøkni – sum einstaklingar, familjur og samfelag.
Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.
