Ongi úrslit

Minna myndugleikarnar á at eisini fólk við breki hava sama rætt til at stilla upp - og at velja

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Í mars mánaði eru tvey val á skránni. Fólkatingsval verður týsdagin 24.mars og løgtingsval verður hósdagin 26, mari.

Í hesum sambandi minnir Brekumboðið, Eilif Magnusson Arge, á, at viðurskiftini eiga at verða skipað soleiðis, at eisini fólk við breki hava møguleika at taka lut í fólkaræðinum.

Í 2009, samtykti Løgtingið ST sáttmálan um rættindini hjá fólki við breki, og tá bundu Føroyar seg til at tryggja, at fólk við breki, hava møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

– Demokrati merkir fólkaræði – og fólkaræði er fyri øll, sigur Brekumboðið.

– Kortini síggja vit, at luttøkan ofta verður tarnað, tí umstøðurnar ikki eru lagaðar soleiðis, at øll fáa tikið lut á jøvnum føti, sigur hann.

Tí ger Brekumboðið vart við, at sambært sáttmálanum hjá ST, hava vit skyldu til at tryggja at bæði atkomuviðurskiftini og øll onnur viðurskifti eisini, eru skipað soleiðis at fólk við breki, fáa tikið lut í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur.  

– Hetta fevnir bæði um rættin at velja og at stilla upp, sigur Brekumboðið.

Sáttmálin vísur eisini á, at fjølmiðlar skulu eggjast til at laga sínar tænastur soleiðis, at fólk við breki fáa brúkt tær.

– Brekumboðið fer tí at heita á fjølmiðlar, flokkar og onnur, ið skipa fyri tiltøkum í samband við valini, at hava hetta í huga - eitt nú við at hava teknmálstulk, og at seta tekst á sendingar og tiltøk, ið verða sjónvarpað ella stroymd.

– Á henda hátt ber til hjá deyvum, tunghoyrdum og øðrum at taka lut í politiska lívinum, sigur Brekumboðið.

Brekumboðið minnir eisini á týdningin av góðum atkomuviðurskiftum.

– Umráðandi er, at atkomuviðurskifti eru skipaði soleiðis, at eisini fólk við rørslutarni og onnur kunnu taka lut uttan forðingar, sigur Brekumboðið

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

13 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25