Ongi úrslit

Michael Antony: - Rani kundi kallað bókina okkurt annað

Michael Antony Charles Johannesen er alt annað enn fegin um heitið á nýggju bókini hjá Rana Nolsøe

Ragnar Sjurðarson
10. apríl 2025 kl. 00:30

Kendi tónleikarin Rani Nolsøe hevur nýliga givið út eina bók, ið hevur heitið ‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’.

Heitið á bókini er, sambært Rana Nolsøe, eitt sitat frá Niels í Horni, tá rithøvundurin møtti honum niðri á Klaksvíksvegnum fyri nøkrum árum síðani.

Bókin snýr seg um populera tónleikin, ið tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika, "sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land", skrivar rithøvundurin í samband við bókaframløguna, sum verður í Reinsarínum í annaðkvøld.

Men tað eru ikki øll, ið halda at tað er í lagi, at Rani Nolsøe endurgevur Niels í Horni í heitinum av nýggju bókini.

Ein teirra er Michael Antony Charles Johannesen, sum er kendur í føroyska tónleikaumhvørvinum, og hevur verið uppstillaður fyri Framsókn.

Hann skrivar soleiðis á Facebook-vanga sínum:

"Nei eg haldi ikki tað er í lagi, sjálvt um tú brúkar ""(sitat) og tað gert tú nokk bara fyri at verja teg sjálvan, tí tá er tað ikki tú, sum sigur tað.

Nú kenni eg ikki Rana, men eg kann fyristilla mær at hann kundi kalla bókini hjá sær alt møguligt annað. Eg veit ikki hvussu ofta eg havi skula forklára fyri fólkið at eg haldi ikki tað er ok, at siga orði nekari, at mann langtsíðani er farin frá at siga "nekarakiss" til rómabollar, tí mann veit at hvat orði er merkir, og veit at orði verður brúkt at tosa niðrandi um fólk. Tá eg eri blivin happaður, róptur eftir á gøtuni, útsettur fyri rasismu í fótbolti, hóttur við at blíva bukaður og útsettur fyri gerandisrasismu, so er tað hatta orði "nekari". So ja, eg verið ávirkaður av hasum orðinum.

Tað er kanska ringt hjá teimum flestu í Føroyum at seta seg inni í, hvat rasisma er, og hvat tað gerð við fólk, tí tey ikki hava uppliva rasismu á egnan kropp.

Eg hevði ynskt at vit vóru komin víðari, eg hevði ynskt at eg slapp undan at skriva hetta, og eg hevði ynskt at orði ikki ávirkaði meg, men tað gerð tað, so vinarliga steðga.

At blíva við at forsvara hatta orði, tí at "Eg haldi ikki tað er rasistiskt", "Eg meini tað ikki soleiðis", "Eg havi fleiri vinfólk, sum eru nekarir og teir halda ikki tað er rasistiskt", "Tá eg var lítil...", steðga bara.

Eingin tvingaði Rana til at geva bókini hjá sær hatta heiti, hann er ein vaksin maður.

Nú eru nógv fleiri føroyingar við sama húðaliti, sum eg. Tá eg var ungur, vóru vit ikki nógv - og eg hevði ynskt at tey sluppu undan at verið útsett fyri hasum orðinum, og sluppu undan at venda hin kjálkan til.

Sprotin sigur:

Nekari: (í USA) African-American; (í USA eis.) coloured person; (niðr.) nigger (vanl.) Black (t.d. discrimination against Blacks is still common in various societies) (avelt) Negro."

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30