Ongi úrslit

Mia Højgaard besti fimleikari á Oyggjaleikunum og Bjarki Johannessen nummar trý

Besti fimleikarin í All-Round kappingini hjá kvinnunum, er okkara Mia Højaard

Føroya Fimleikasamband
18. juli kl. 00:08

Í dag hevur aftur verið kapping á Oyggjaleikunum í Orkney, har All-Round kapping var á skránni. Tað vil siga, at tann besti fimleikarin í øllum amboðum tilsamans varð funnin.

Besti fimleikarin í All-Round kappingini hjá kvinnunum, er okkara Mia Højaard. Hóast hon í byrjanini á kappingini datt av bæði parallel barrini og bitanum, megnaði hon at koma á eitt deilt fyrstapláss saman við Amara Brogan úr Isle of Man.

Í kappingini hjá monnunum megnaði Bjarki Johannessen at koma á eitt deilt triðja pláss, saman við Fraces McKenna frá Isle of Man, og er hann sostatt triðbesti all-round fimleikarin á oyggjaleikunum í ár.

Annars kláraðu allir fimleikararnir hjá okkum seg sera væl, og fleiri kvalifiseraðu seg til kappingina í morgin, sum er í hvørjum amboði. Tó sigur reglugerðin hjá Oyggjaleikunum, at bert tveir fimleikarar úr hvørjum landi sleppa at vera við í kappingini hvørjari kapping, hóast fleiri hava kvalifiserað seg. Og hvør tað verður, ið fer at umboða Føroyar í teimu ymisku amboðunum, verður kunngjørt áðrenn kappingina í morgin.

Kappingin í morgin byrjar kl 10.30, og kann síggjast beinleiðis her: Orkney 2025 Island Games – Gymnastics – 18/07/2025

Úrslitini kunnu síggjast her: Live Score – Sport Event Systems

Føroya Fimleikasamband vil ynskja Miu og Bjarka hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum! Og eisini teimum, ið koma at kappasti finaluni í morgin bestu eydnu!

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14