Ongi úrslit

MENTANARNÁTT Á TVØROYRI Í GÓÐVEÐRI

Veðrið vísir seg frá síni allarbestu síðu á Tvøroyri í morgun, nú Mentanarnátt er. Í býnum er lívligt virksemi longu frá morgunstundini av, fyri at fáa teir seinastu snøkarnir upp á pláss, nú fáir tímar eru, til býurin fer at fyllast við fólki. Sera nógv er á skránni í dag og okkurt er til øll, heilt út á náttina.

Tíðindaskriv
30. mai kl. 11:03

VEÐRIÐ

Sambært Veðurstovu Føroya verður tað turt og sól á Tvøroyri í dag. Hitin kemur at liggja millum 7-10 stig, tað verður turt og nærum stilli, 2-6 metrar um sekundið. So veðrið er eingin forðing í dag.

 

FERÐASAMBANDIÐ

Strandferðslan hevur broytta ferðaætlan í dag, men bert til seinasta túrin í kvøld. Hann er fluttur frá kl. 21:00 til kl. 22:00. Til ber sostatt at koma suður og njóta Mentanarnáttina og fáa ein tíma eyka, áðrenn leiðin gongur norður aftur. Bíleggið tykkum ferðaseðilin í góðari tíð – væntast kann at tað verður fult á túrunum suður í dag. Smyril fer annars av Havnini kl. 13:00 og 18:30 í dag. Bílegg ferðaseðilin her https://booking.ssl.fo/Booking

 

SKRÁIN OG SÍÐAN Á FACEBOOK

Innihaldsríka skráin til Mentanarnáttina sæst her https://www.calameo.com/read/005899669aa5a9fe3d761 . Fara tit inn á Facebook her, https://www.facebook.com/profile.php?id=100071181669555  so eru tiltøkini nærri lýst

 

Hjartaliga vælkomin til Mentanarnátt á Tvøroyri.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

23 tímar síðan

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Sea Shepherd aftur í Føroyum - men tey hava broytt framferðarhátt

Í gjár kl. 18:05