Í gjár varð ringt til løgregluna at melda herverk við Gjógv. Tað var lagaður garður við ein hava sum var koppaður um koll.
Tey vita hvør tað er, sum hevur koppað garðinum, talan er um unglingar. Løgreglan sigur, at eigarin vildi ikki hava, at tey gjørdu meiri við tað - hesa ferð. Men nú er tað skrásett, og endurtekur nakað slíkt seg, verður søgan helst ein onnur.
Annars vóru tvær ferðir boð eftir løgregluni, tí full fólk gjørdu ónáðir í Jónas Broncksgøtu. Løgreglan sigur, at tveir fullir mans vóru farnir at skeldast so teir fingu hvør sína bót upp á 1.500 krónur, og so vórðu teir sendir í hvør sína ætt.
Men eina løtu seinni var aftur galið og tað vísti seg at vera annar av monnunum, sum akkurát hevði fingið bót, sum aftur gjørdi um seg.
Hesa ferð fekk hann nøkur borgarlig orð og fekk at vita, at varð ikki friður av honum nú, varð hann handtikin - og tað hjálpti tí tey sóu ikki meiri til hann.