Ongi úrslit

Meldaðu dronu yvir fronskum herskipi í Havn

Løgreglan leitar nú eftir dronuføraranum

Áki Bertholdsen
25. sepember kl. 07:49

Seinastu dagarnar hava flogvøllir í Danmark og Noregi, verið illa órógvaður av dronum við teirri avleiðing, at flogvøllir hava verið stongdir.

Løgreglan sigur, at ongar fráboðanir eru komnar um dronur á flogvøllinum í Vágum.

Men hesar dagarnar hevur eitt franskt herskip ligið á Molanum í Havn og mánakvøldið ringdu tey til løgregluna at boða frá, at ein drona fleyg uppi yvir skipinum.

Talan var um eina lítla dronu og hon fleyg yvir skipinum í eini 20 minuttir, og hon fleyg lágt, bara eina 20 metrar yvir skipinum.

Tey høvdu eisini sæð ein mann í myrkum klæðum uppi við Landssjúkrahúsið og tey mettu, at tað var dronuførarin.

Løgreglan sigur, at tað er ikki loyvt at flúgva við dronu við hernaðarútgerð og hernaðarstøðir.

Herskipið hevur útgerð at oyðileggja signalini, dronan fær frá dronuførarunum, so at hon antin dettur niður, ella flýgur aftur til dronuføraran.

Men talan er um kraftiga útgerð og tey mettu ikki, at tað var ráðiligt at taka í brúk í einum býi, tí tað kann forstýra onnur signal eisini.

Løgreglan sigur, at tey hava ongar ábendingar yvirhøvur um, at talan var um njósning ella at nakað serligt búði undir hesum, men at talan er um onkran, sum hevur flogið til stuttleika.

Tey vita ikki, hvør dronuførarin er, men tey leita eftir honum. Men tey siga eisini, at dronuførarin er vælkomin at siga frá á løgreglustøðini, so at tey fáa uppklára málið.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14