Tað er eingin loyna, at bústaðarprísirnir halda fram at hækka.
Og í nýggjastu frágreiðing síni, sum varð almannakunngjørd í gjár, staðfestir Búskaparráðið miðalprísurin fyri eini sethús í Havn var 4% hægri í fjør enn hann var í 2024. Tað merkir, at í fjør var miðalprísurin fyri eini sethús í Havm 4,4 milliónir.
Í sama tíðarskeiði eru sethúsaprísirnir í størri bygdunum hækkaðir 12% og í smærri bygdunum er teir hækkaðir 4%.
Í 2025 var miðalprísurin í størri bygdunum, 2,6 milliónir og í smærri bygdunum var hann 2,1 milliónir.
Men verður høgt eftir sethúsum í Eysturoynni, rundan um har Eysturoyartunnilin liggur, var miðal sethúsaprísurin næstan 3,1 milliónir í fjør, vísa hagtøl hjá Føroya Banka.
Í Suðuroy og Sandoy var miðalprísurin 1,4 milliónir í fjør og har hækkaðir prísirnir 29% í fjør.
Miðalprísurin á íbúðum í Tórshavn er ikki hækkaður líka nógv, sum sethúsaprísurin. Í fjør var prísurin á íbúðum í Havn 2% hægri í fjør enn hann var í 2024, og tað kemur millum annað av, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør enn í 2024.
Miðalprisurin á íbúðum í Havnini var 3,1 milliónir í fjør.
Í fjør kostaðu íbúðir í Havn, 41.400 krónur fyri fermeturprísurin og sethús kostaðu 30.500 krónur fermeturin.
Í størri bygdunum kostaði sethús 18.900 krónur fermeturin, og í smærri bygdunum var prísurin 16.800 krónur fermeturin.
Í størri bygdunum var fermetraprísurin á íbúðum, 31.300 krónur í fjør.
Men í Sandoy og í Suðuroy var prísurin bara 9.500 krónur fyri fermeturin.