Ongi úrslit

Matvøran verður dýrari í Danmark.

Vit fara væntandi at føla tað í Føroyum eisini.

© Shutterstock
Jóhanna Højgaard
24. mai kl. 17:09

Nýggj tøl frá Danmarks Statistik vísa, at triðji hvør matvøruhandil í Danmark væntar at hækka prísirnir í nærmastu framtíð.

Tað vil siga, at vit væntandi eisini fara at føla tað í Føroyum, eftirsum vit innflyta størstapartin av okkara matvørum harfrá.

Sambært privatbúskaparfrøðinginum hjá Arbejdernes Landsbank, Brian Friis Helmer, er støðan tann mest álvarsliga í meira enn tvey ár. Hann kallar tað eitt greitt signal um, at forbrúkararnir skulu fyrireika seg til enn hægri prísir enn vit longu hava.

Sum nú er, eru matvøruprísirnir longu hækkaðir 4% prosent seinasta árið, og heili 27 % seinastu fýra árini.

Orsøkin skal finnast í hækkandi rávøruprísum og arbeiðsmegi, men eisini í nýggjum avgjøldum. Frá heystinum at rokna, skulu framleiðarar sjálvir rinda fyri handfaringina av sínum burturkasti.

Tað er ein útreiðsla, sum áður varð rindað av kommunum og skattgjaldarum.

Leif Nielsen, stjóri í handilsfelagnum fyri merkjavøruveitarar, sigur at príshækkingar eru ringar at sleppa undan.

-Tá rávørur sum til dømis kakao gerst dýrari, eru greinsur fyri hvussu nógv man kann spara uppá innihaldi á vørunum, uttan at broyta vøruna ov nógv. Inflatión, flutningsavgjøld og pakkingargjøld eru faktorar, sum gera tað ógjørligt at sleppa undan príshækkingum, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00