Ongi úrslit

Máttu steingja tunnilin eina løtu

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum. Óhappið hendi einar 80 metrar frá rundkoyringini, á strekkinum ímóti Rókini.

Ein bilførari helt ikki neyðugu frástøðuna og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Bilarnir fingu skaða, og fólkaskaði var eisini, men løgreglan veit ikki, hvussu álvarsligt tað var.

Óhappið elvdi til, at tunnilin varð stongdur eitt skifti, tí sjúkrabilur mátti á staðið, umframt at bilarnir skuldu  beinast av vegnum og vegbreytin ruddast.

Løgreglan sigur, at bilførarin, sum ikki neyðugu frástøðuna, fær klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan