Í gjárkvøldið koyrdi long bilarøð í rekkjukoyring, bæði í Vágum og í Suðuroy.
Løgreglan sigur, at sjálvt tiltakið gekk væl og tað var gott skil á bilførarum.
Løgreglan hevur ikki frætt eitt einasta orð um rekkjukoyringina í Suðuroy, so har hevur tað gingið upp á stás.
Sjálv rekkjukoyringin í Vágum gekk eisini væl. Men løgreglan hevði eitt sindur av arbeiðið burtur úr veitsluni aftan á.
Løgreglan sigur, at í tí sambandi máttu tey -tríggjar ferðir - vestur í Vágar at hjálpa fólki til hús, sum vóru so drukkin, at tey rætt og slætt funnu ikki heimaftur.