Ongi úrslit

Matstova í Havn á listanum yvir tey besti støðini í heiminum at vitja

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Paz
Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Matstovan, Paz, í Havn er nú komin á listan hjá stóra amerikanska tíðarritinum, Time, yvir 100 tey bestu støðini í heiminum at vitja í ár.

Matstovan læt upp í apíl í fjør og tað heilt merkisverda hendi, at longu tríggjar mánaðir seinni, í juni, fekk hon ikki bara eina, men tvær Michelinstjørnur í einum høggi.

Time skrivar, at Keypmannahavn hevur vunnið sær heitið sum matlistarligi depilin í Norðurlondum. Men tey halda, at Paz ætlar at prógva, at vit kanska skulu leita okkum eitt sindur longur norðureftir.

Time sigur, at høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska hevur gjørt Paz til eina royndarstøð fyri tann heilt serstaka sjómatin vit hava í Føroyum.

Tey halda eisini, at Poul Andrias Ziska hevur megnað at geva tí siðbundna føroyska, ræsta smakkinum ein norðurlendskan dám.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

23 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42