Ongi úrslit

Matiné í Havnar kirkju leygardagin

Leygardagin fer ungi urguleikarin Ari Hammer Joensen at spæla til matinéina, sum verður í Havnar kirkju

Tíðindaskriv
24. juni 2021 kl. 07:45

Leygardagin fer ungi urguleikarin Ari Hammer Joensen at spæla til matinéina, sum verður í Havnar kirkju.

Ari er 17 ára gamal og hevur spælt orgul í 3 - 4 ár. Hann er sera nærlagdur í spæli sínum og í tónleikakappingini Stella Polaris, sum var fyrr í ár, vann hann 3. virðisløn í bólkinum við tónleikarum i aldrinum 13 - 18 ár.

Ari spælir ofta til guðstænastur í Havnar kirkju og kring landið. Hann er í fer við at taka orgulútbúgvingina á Tórshavnar musikkskúla og fer nú eisini at royna seg som konsertspælara.

Til matinéina leygardagin fer Ari at spæla kend klassisk orgulverk av Bruhns, Buxtehude, Bach, Guilmant og William Matthias.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56