Ongi úrslit

MARiNAO hevur skapt økta vitan og ment samstarv um havgransking

MARiNAO stuðulsskipanin er fíggjað av donsku fíggjarlógini og verður umsitin av Granskingarráðnum

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Havgranskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark, sum hava fingið stuðul úr MARiNAO stuðulsskipanini,  hava á ársfundi í Havn 1. og 2. mars kunnað um úrslit av granskingararbeiði teirra og fingið íblástur til nýggjar verkætlanir og samstørv. 

MARiNAO stuðulsskipanin er fíggjað av donsku fíggjarlógini og verður umsitin av Granskingarráðnum. Endamálið við skipanini er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

13 verkætlanir hava higartil fingið tilsamans 44,4 mió. kr. í stuðli til havgransking frá MARiNAO skipanini. 

Á ársfundinum var semja um, at MARiNAO stuðulsskipanin hevur gjørt stóran mun. Fleiri granskingarverkætlanir eru framdar, ið annars ikki høvdu verið møguligar, og nýggj samstørv tvørtur um landamørk og fakmørk eru íkomin.  

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, helt røðu um, hvussu vit kunnu skapa vitan til virði, og vitjað varð eisini á Hvalastøðini við Áir. 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25