Ongi úrslit

Maria vann gull

Maria Biskopstø tryggjaði sær í kvøld gull í 400 metra rimarenning

Jóannes Hansen
8 tímar síðan

Íløgan hevur verið stór, og í kvøld fekk hon løn fyri stríðið.

Maria Biskopstø hevur verið í USA fyri at renna og fyrireika seg til oyggjaleikirnar, og meðan hon er undir lestri í Danmark, hevur hon lagt nógva orku í renningina og fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar.

Í dag luttók hon í 400 metra rimarenning ella hekkrenning, og tað gekk sum eftir ánni.

Maria Biskopstø úr Klaksvík, sum á leikunum fyri tveimum árum síðani endaði næstfremst, vann kappingina í dag og harvið gullkrónuna. Sigurin var trivaligur, tí tíðin hjá Mariu var 1:01.87, meðan tíðin hjá Dancey Hodson av Guersey, sum var næstfremst, var 1:03.27.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56