Ongi úrslit

Maria setti tvey føroysk met

Rennarin úr Treystið, sum í innandurarenning hevur havt eitt sera gott kappingarár, setti um vikuskiftið føroyskt met á 400 og 800 m teinunum

treysti.fo
3 tímar síðan

Danska meistaraheitið í innandura frælsum ítrótti varð hildið í Odense um vikuskiftið. Maria Biskopstø úr Treysti luttók í bæði 400 m og 800 m. Leygardagin rann hon 400 m, og í einari sterkari kapping betraði hon um føroyska metið, tá hon kom á mál við tíðini 56,96 sek. Hetta rakk til eitt sætta pláss í danska meistaraheitinum.

Í dag (sunnudagin) stóð Maria aftur á startlinjuni, hesa ferð til 800 m. Aftur her megnaði hon at seta føroyskt met og kom á mál við tíðini 2:11,14, sum eisini rakk til eitt triðja pláss í danska meistaraheitinum.

Maria hevur havt eitt sera gótt innandura kappingarár­, har hon hevur sett fleiri føroysk met.

Hon byrjaði árið í Skive tann 17. januar, har hon rann 800 m við tíðini 2:15,18. Føroyska metið tá var 2:12,95. Síðani rann Maria í Pallas Speelen í Malmö tann 25. januar. Har rann hon bæði 400 m og 800 m og endaði við at seta nýtt føroyskt met á 400 m við tíðini 56,97. Hon betraði eisini um sína 800 metra tíð, sum gjørdist 2:13,87. Framgongdin helt fram, tá hon luttók í Nordenkampen í Karlstad 1. februar, har hon setti nýtt føroyskt met á 800 m við tíðini 2:12,61.

Maria hevur nú enn einaferð betra um føroysku metinini á bæði 400 m og 800 m. Treysti ynskir Mariu hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25