Ongi úrslit

Maria hevur tikið eitt føroyskt met aftrat

Gamla metið átti Rebekka Fuglø á 2.12,95

treysti.fo
20 tímar síðan

Maria hevur júst runnið 800 m í Nordenkampen í Karlstad, og har setti hon enn eitt føroyskt met.

Maria rann í einum sera sterkum felti, har ferðin var høg frá byrjan. Maria legði varliga út og rann sína egnu renning, har hon ikki læt seg ríva við høgu ferðini, sum tað varð lagt fyri við. Við eini væl disponeraðari renning kom hon á mál við tíðini 2.12,61.

Maria hevur longu fleiri ferðir í ár betrað sítt persónliga met á 800 m, og hesa ferð rakk tað til nýtt føroyskt innandura met. Gamla metið átti Rebekka Fuglø á 2.12,95.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

23 tímar síðan

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14