Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti Marita Mortensen fer nú at spæla við Nykøbing Falster Håndboldklub, NFH, sum spælir í bestu donsku deildini, og sum eigur heimavøll í Spar Nord BOXEN í Nykøbing Falster.
25 ára gamla Marita spældi við H71, áðrenn hon flutti til Danmarkar at lesa og fór at spæla við HØJ Elite í bestu donsku deildini.
NFH er frammarlaga í DM endaspælinum.
-Tað var lætt fyri meg at taka av tilboðnum at spæla við NFH. Felagið hevur góðar venjarar og spælarar og karmarnir við eldhugaðum áskoðarum eri eg spent at uppliva, sigur Maria Mortensen í tíðindaskrivi frá felagnum.
Marita Mortensen hevur spælt 33 landsdystir fyri Føroyar.