Marcus Rashford er møguliga skjótt fortíð í Manchester United

Enska stórfelagið sigst at vera til reiðar at býta Rashford um við aðra superstjørnu

Fríðmundur Nattestad
4. januar 2025 kl. 11:30

Sambært bretska miðlinum Daily Mail, umhugsar Manchester United at gera eina skiftisavtalu við italska felagið Napoli, sum inniber, at stjørnuáleyparin Victor Osimhen flytir til Onglands, meðan stóra stjørnan í United, Marcus Rashford, fer hin vegin.

Nýggi venjarin í Manchester United, Ruben Amorim, tykist at hava mist álitið á Marcus Rashford. Rashford hevur seinastu mongu árini verið millum stóru stjørnurnar í felagnum, sum hann er voksin upp í, og hevur umboðað síðani hann var smádrongur.

Seinasta dyst sat Rashford á beinkinum uttan at vera skiftur inn, og í teimum fýra dystunum frammanundan var hann ikki við í dystarhópinum.

Avrikini hjá 27-ára gamla áleyparanum hava verið dalandi í longri tíð, og varð hann millum annað ikki úttikin til enska landsliðið til EM í fjørsummar. Hann hevur annars verið fastur partur av enska landsliðnum síðani hann var 18-ára gamal, og hevur skotið 17 mál í 60 landsdystum.

Marcus Rashford segði fyri fáum vikum síðani, í samrøðu við ein bretskan blaðmann, at hann kendi seg til reiðar til eina nýggja avbjóðing. Nú tykist tað eisini sum, at Manchester United er til reiðar, at lata ein av sínum egnu fara víðari.

Summar keldur siga, at Rashford longu hevur takkað nei til trý lukrativ tilboð úr Saudi Arabia, tí hann vil halda fram í onkrum av teimum sterkastu deildunum í Evropa, so hann kann vinna seg aftur á enska landsliðið.


Osimhen kann vera loysnin


Enskir miðlar vilja vera við, at Manchester United er áhugað í nigerianska stjørnuáleyparanum Victor Osimhen, sum hevur sáttmála við Napoli, men í løtuni er útleigaður til Galatasaray í Turkalandi. Tað sigst, at United vilja gera eina skiftisavtalu við Napoli, og býta Rashford um við Osimhen.

26-ára gamli Victor Osimhen hevur eina treyt í sínum sáttmála við Napoli, sum sigur, at hann kann keypast leysur fyri 62 milliónir pund. Virðið á Rashford er høgt, og tí kann tað hugsast, at Napoli er áhugað í einari skiftisavtalu.

Osimhen hevur verið í góðum formi í hesum kappingarárinum, og hevur skotið 14 mál í 19 dystum fyri Galatasaray, har tvey av teimum vóru ímóti Tottenham í Europa League.