Málið um innflyting av rúsevni til Føroya í Pepsi Max-sodavatnsdósum, var viðgjørt í Føroya Rætti í dag.
Málið snýr seg um tveir persónar, ákærdir fyri um summarið 2024 at hava innsmuglaðu 7,2 litrar av einari vesku sum er rúsandi evni til Føroyar.
Rúsevnið var í rættinum í dag, til tíðir kallað Syntetiske cannaboider ella Pinaka.
Mongdin av hesum Pinaka svarar til fýra kilo av kokaini ella 18 kilo amfetamini. Retskemisk Institut og Rættarlæknaráðið hevur verið inndrigið við teirra serkønu vitan.
Rættarmálið byrja ì august í fjør og hevur so ikki verið á skránni aftur fyrr enn í dag. Tá var onkur ósemja um próvførslu sum førdi við sær, at ynski var um at innkallað okkurt vitni afturat. Av tí sama bleiv málið útsett til í dag.
Hurðarnar vóru afturlatnar í morgum, tí um man avhoyrir sokallaðair eygleiðara, so sleppur almenningurin ikki at vera til staðar. Eygleiðarar hava eina tænastufunktión, so almenningurin skal ikki kunna eyðmerkja teir.
Ósemja er millum ákæruvaldið og verjuna um hvørt løgreglan hevur borið seg rætt at í málinum.
Verjan krevur frídøming fyri at løgreglan skal hava gjørt sokallað "agentvirksemi" har ein triðji persónur arbeiður saman við løgregluni, sum er ólógligt. Prógvið frá tílíkum eigur ikki at brúkast sum grundarlag fyri dómsúrskurði.
Ákæruvaldið heldur hinvegin at løgreglan hevur gjørt tað sum á donskum er kallað "kontrolleret leverance." Og vísandi á mongdina av rúsevni og hvussu álvarsligt hettar er mett at vera, var biðið um høga revsing, nevniliga 12 ára fongsul.
Málið er liðugt viðgjørt og úrskurðurin verður lisin í morgin í Føroya Rætti klokkan 14.00.
Hettar var at hoyra í tíðindunum hjá Kringvarp Føroya klokkan 18.00