Magnus vann drúgvasta HM-talv nakrantíð

Talvið í sætta umfari av heimsmeistaradystinum millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og russiska avbjóðaran, Jan Nepomnjasjtsjij, gjørdist við 136 leikum eisini tað drúgvasta talvið nakrantíð í heimsmeistarakappingini í talvi

Sveinur Tróndarson
3. desember 2021 kl. 21:22

Gamla metið var 124 leikir og tað stavar frá fimta dystinum í HM-kappingini, sum varð telvað í Baguio City á Filipsoyggjunum í 1978, tá Viktor Korchnoi og Anatoly Karpov telvaðu um heiðurin at gerast heimsins besti telvari.

Tað talvið endaði remis, men tað gjørdist ikki úrslitið, tá Magnus Carlsen, heimsmeistari, og avbjóðarin, Jan Nepomnjasjtsjij, reistust frá borðinum í Dubai, sum teir settust við um middagsleitið í dag.

Dagsins dystur endaði við, at Magnus Carlsen vann, men tað var ikki fyrr enn teir báðir høvdu flutt 136 leikit, at russiski avbjóðarin viðurkendi, at har stóð einki til og at støðan ikki stóð til at bjarga. Tá tað var púra vist at tap var í hendi rætti hann høgru hon tvørtur um boðið og ynskti norska heimsmeistaranum til lukku við sigrinum.

Hetta er fyrsti dysturin teirra millum, sum endar við sigri til annan teirra. Hini fimm talvini eru endað við javnleiki, og í veruleikanum er støðan innanhýsis teirra millum soleiðis, at russiski avbjóðarin, Jan Nepomnjasjtsjij, hevur havt takið á norska heimsmeistaranum. Men tá tað galt, vísti norski stórmeistarin, at hann eisini var nóg stinnur til at koppa russiska stórmeistaranum.

Talvið í dag var rættiliga áhugavert, tí fleiri ferðir gjøgnum talvið høvdu teir báðir góðar støður, sum teir kundu gagnnýtt betur. Tað gjørdu teir ikki, av ymsum orsøkum, og tá endatalvið byrjaði lá tað mest til at eisini hetta talvið skuldi enda javnt. Men norski stórmeistarin var seigur og leitaði eftir møguligum loysnum, sum hann eisini brádliga fann.

Seinastu leikirnar var tað í grundini bara ein spurningur um nær Nepomnjasjtsjij fór at geva skarvin yvir, og tað gjørdi hann so, tá 136 leikir vórðu leiktir

Tað skulu telvast 14 talv í hesi kappingini, og tað er ikki ósannlíkt, at tey øll verða telvað. Spurningurin sjálvandi um annar teirra, vinnur seg so langt framum, at seinastu talvini einki broyta, men tað má tíðin vísa.

Tá Korchnoi og Karpov tørnaðu saman í 1978 telvaðu teir 32 talv og dysturin vardi í fýra mánaðir. Hann byrjaði 18. juli 1978 og endaði 18. oktober. So drúgt verður hetta talvið ikki, tí sambært skránni telvað teir seinasta talvið 14. Desember.

Annars endaði dysturin í Baugio City við at Karpov endurvann heimsmeistaraheitið, og spurningurin er so, um tað sama hendir hesaferð. Karprov gjørdist heimsmeistari í 1975, bara 24 ára gamalur, og hann var heimsmeistari fram til 1985. Hann kom aftur íaftur í 1993 og var heimsmeistari framt il 1999.

Magnus Carlsen stendur kortini ikki nógv aftanfyri hann, tí vinnur hann aftur nú, hevur hann verið heimsins besti telvari í átta ár. Hann gjørdist heimsmeistari í 2013 og hevur ikki tapt eina HM-kapping síðan. Norski heimsmeistarin var bara 22 ára gamal, tá hann gjørdist heimsmeistari.

Annars kunnu vit til endans leggja afturat, at Magnus Carlsen sjálvur átti næstdrúgvasta talvið í HM-høpi. Tað var móti Annand og var uppá 122 leikir. Eisini kunnu vit siga, at dagsins talv vardi í sjey tímar og 41 minuttir.