Ongi úrslit

Mær dámar væl skjóta og kvika spælið!

Badmintonvangamynd til Orknoyggjar 2025: Jónas Djurhuus, 24 ár.

Jonhard Hammer
10. juli kl. 16:00

Felag? KBK ( DK ) 

Hvussu leingi hevur tú vant badminton? 

Byrjaði at venja badminton, tá er var uml 7 ára gamal. 

Hvat dámar tær best við badminton? Mær dámar væl tað skjóta og kvika spælið. 

Hvat er tín yndis bólkur? Mær dámar best at spæla einmansleik og tvímansleik. 

Hvat er títt yndis slag? Ein álops clear ella cut. 

Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum? 

Hetta eru mínir triðju oyggjaleikir, og oyggjaleikirnir eru altíð nakað heilt serstakt. So tað kennist sjálvandi ordiliga gott at sleppa við og at sleppa at umboða Føroyar. 

Hvat hevur tú sett tær sum mál til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum? 

Málið er at vinna gull í liðkappingini og eisini at vinna sær heiðursmerki í einstaklinga kappingini. 

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina? Eg havi vant nógv fram til oyggjaleikir, bæði við badminton, styrki og konditión. 

Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum? 

Eg gleði meg sjálvandi mest til at spæla nógvar góðar og spennandi dystir. Har til er oyggjaleika felagsskapurin nakað heilt serstakt, sum eg eisini gleði meg til at uppliva aftur.


Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14