Ongi úrslit

Mælir til nøs til landsstýrismannin

Kanningarstjórin hevur gjørt frágreiðing til Løgtinhgið um útlutingar av fiskirættindum

Árni Gregersen
12. juni 2023 kl. 14:27

Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, breyt góðan fyristingarsið í samband við útluting av fiskirættindum í 2020 og 2021..

Ken Nónklett, kanningarstjóri, heldur, , at lasndsstýrismaðurin ger brot á góðan fyrisitingarsið, men hóast tað, so mælir hann bert til, at Løgtingið gjøgnum lógaruppskot til samtyktar, gevur landsstýrismanninum eina nøs.

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, heldur seg í stóran mun vera fríkendnan, men ásannar tó, at hann drálaði við at skriva rættindi út í 2020, til lógin var broytt.

-Men hetta var í tráð við viljan hjá Løgtinginum, sum samtykti lógarbroytingarnar. Tí skilji eg hetta sum, at her kemur eitt sindur av blandi í leiklutin hjá landsstýrismanninum, sum fyrisiting ligur leiðari og partur av politisku skipanini.

-So ein fríkenning, men kortini ein skøva í lakkið, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02