Ongi úrslit

Maður spýtti løgreglufólk í andlitið

Grundlógaravhoyring verður einaferð seinni í dag

Jóhanna Højgaard
25. juli kl. 08:44

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur í morgun, at tað spældi ógvuliga væl av í gjár, bæði undir og eftir dystin.

Onkuntíð hevur verið trupulleikar við at fýrverk og onnur ting verða blakaði á vøllin, men tað var einki av.

Okkurt róp var, men tað var mest tí fjeppararnir hjá Brøndby If vóru ónøgdir við sítt egna lið.

Stutt inni í 2. hálvleiki stóð ein áskoðari og veittraði við einum plaggi við navn og litum frá einum donskum mótstøðuliði hjá Brøndby.

Fyri at tað ikki skuldi provokera nakrar Brøndby-fjeppara, var hann biðin at antin handa inn plaggið, ella fara út úr stadion.

Hann valdi at fara avstað.

Eftir dystin tømdist stadium skjótt, bara Alfa-bólkurin sum teir mest trúfastu fjeppararnir kallast, vóru eina løtu longri fyri at taka bannara og fløgg niður.

Skeinkistøðini lukkaðu klokkan 02.00 í nátt og hóast gang og levend, uppførdu danir seg heilt væl.

Har afturímóti var løgreglan eftir trimun føroyskum monnum í nátt.

Tann eini lá enn og svav á støðini í morgun, hann hevði bæði spýtt eitt løgreglufólk í andlitið og eisini víst teimun longutong.

Maðurin skal í grundlógarforhoyr í dag, skuldsettur fyri brot á §119, sum er harðskapur mótir politinum.

Ein annar noktaði at siga hvør hann var og bleiv tí tikin við á støðina. Tá hann var komin niðan, broytti hann meining og var so leyslatin aftur.

Tann triðji maðurin vildi heldur ikki akta boðunum frá løgregluni, men tað málið bleiv avklárað á staðnum.

So alt í alt gekk gott, brøndby-fjeppararnir sungu og vístu kulør, men hildu seg í skinninum.

ì dag fara flest teirra heimaftur, men onkur verður eftir fyri at sleppa til Voxbotn.

Løgreglan verður sjónlig á flogvøllinum aftur í dag, inntil teir eru farnir.

Myndir frá dystinum https://dimma.fo/grein/myndir-hb-brondby

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14