Harðrendu mótmælini eru á níggjunda degi, nú at franski forsetin Emanuel Macron er farin eystur um hav í eini roynd at fáa frið og skil í lag aftur.
”Ein afturkoma til frið og trygd meinast sjálvandi eisini ein afturkoma av vanligari røkt, veitingum og mati. Tí eg veit, at mong líða í dag undir kreppustøðuni”, segði Macron m.a., tá hann kom til Ný-kaledónia.
Ófriðurin á oyggjunum byrjaði, tá Frakland samtykti nýggja lóg, sum tryggjar fraklendingum, sum hava búð í Ný-kaledónia í tíggju ár, atkvøðurætt í sambandi við lokalval.
Fleiri hava latið lív undir ófriðinum. Frakland hevur lýst Ný-kaledónia í undantaksstøðu og hevur sent bæði løgreglu- og hernaðarhjálp til oyggjarnar. Trygdarhjálpin verður verandi á oyggjunum, so leingi neyðugt er, hevur Macron borið fram.
Atfinnarar meta fronsku lógina at vera eina hóttan móti ávirkanini hjá upprunafólkinum í Ný-kaledónia.