Góðan dagin. Lygnirnar, sum knýta meg at vanvirda Jeffrey Epstein, mugu steðga í dag, segði Melania Trump úr Hvítu Húsunum hósdagin.
Hon nevnir ikki, hvørjar lygnir eru serligar, bara at tað hava verið fjølbroyttar falskar myndir av henni saman við Epstein, og skeivar áskoðanir um tey bæði í hópatali á sosialu miðlunum.
Donald Trump, Melania Trump, Jeffrey Epstein og Guillaine Maxwell.
- Fyri at vera heilt greið: Eg havi ongantíð havt samband við Jeffrey Epstein ella hansara maka, Maxwell, legði hon afturat.
Hon sigur at hon ongantíð hevur vitað um hansara brotsverk, ongantíð vitjað oyggj hansara, verið í flogfarinum hjá honum, ella nakað annað.
Hettar úttalilsi hjá forsetafrúini fingu alheims miðlar at hvøkka við, tí forsetafrúan er ikki vona at siga so nógv, men heldur seg meira í bakgrundini av manni sínum.
Nógvar gitingar eru nú um, hví hon knappliga kom við hesum úttalisum úr Hvítu Húsunum.
Á sosialu miðlunum verður spátt um okkurt nýtt er ávegis úr Epstein-skjølunum, okkurt sum kan seta hana í eitt ógvuliga ringt ljós.
Til dømis verður sagt at Melania ikki kom til USA soleiðis sum offisiella søgan verður borin fram. Søgan sigur, at hon skal vera sloppin inn á Einstein-visum, sum er fyri fólk við einastandandi evnum.
Men fleiri óheftir miðlar siga seg vita, at hennara bakgrund var heldur meira gruggut, og at hon skal hava møtt Trump til eitt ball hjá Guillaine Maxwell, maki kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Maxwell situr nú í fongsul, hon er dømd til 20 ár fyri akynsligan handil við gentum undir 18 ára aldur.