Landsstýrið hevur fleiri ferðir boðað frá, at næsta ár verður sett á at bora tunnil til Tjørnuvíkar.
Men nú er ivi sáddur um, antin tað verður til nakað.
Næsta ár eru fimm milliónir játtaðar til Tjørnuvíkartunnilin og á langtíðarætlanini fyri 2026 og 2027, eru 10 milliónir settar av um árið.
Og nú fíggjarlógin er til viðgerðar, hevur Landsverk boðað frá, at hesar játtanirnar eru ov lítlar til at tey, av álvara, kunnu fara undir arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar.
Ætlanin var, at tunnilsliðið hjá Landsverki skuldi gera tunnilin. Tað varð stovnað til at at bora tunlar til smæstu støðini.
Arbeiðið upp á Dalstunnilin er liðugt og ætlanin var, at tunnilsliðið skuldi halda fram við Tjørnuvíkartunlinum.
Men Landsverk heldur sostatt, at játtanin er ov lítil til at loysir seg at seta sjøtul á arbeiðið.
Hinvegin staðfestir Landsverk eisini, at verandi tunlar krevja umvælingar, og tí halda tey, at peningurin er betri farin, verður hann brúktur til at lata tunnilsliðið fara undir at tryggja verandi tunlar.
Hetta ger tunlarnar betri og tunnilsliðið verður varðveitt so at tað kann halda fram, tá ið Tjørnuvíkartunnilin einaferð skal gerast. Landsverk sigur annars, at sum heild eigur meiri peningur at verða settur av til at gera ábøtur á verandi tunlar
Landsverk mælir til at játta 18 milliónir til endamálið og mett verður, at tað er neyðugt at seta 5 - 6 fólk av til arbeiði.
Talan er serliga um at skróta tunlar, ið merkir, at tunlarnir vera gjøgnumgingnir, so alt leyst grót á veggum og undir loftum, verður burturbeint.
Fleiri staðni er eisini neyðugt at bolta fjallið og sproyta betong í loftið í tunlunum, men hetta fer at tryggjar tunlarnar nógv ár fram í tíðina, sigur Landsverk.
Tað er ringt at siga, hvussu nógv kann gerast um árið. Tað veldst um, hvønr tunnil verður tikin fyrst, og summir tunlar krevja munandi størri ábøtur enn aðrir tunlar.
Leysliga verður tó mett, at tunnilsliðið kann skróta tveir tunlar uppá eitt ár, har ringastu strekkini eisini verða sproytaði við betongi.