Ongi úrslit

Lortaveðrið verður liggjandi í fleiri dagar afturat

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga ófýsligt veður nú langa tíð, og hesar seinastu tvær vikurnar - og meiri enn tað - hevur hann ligið tráður av eystri, onkuntíð við nógvum vindi, aðrar tíðir við minni vindi.

Og tað er alt, sum bendir á, at hetta sama lortaveðrið fer at verða liggjandi, í hvussu so er so langt, sum veðurforsagnirnar røkka.

Og tað merkir, at hesar næstu 14 dagarnar, er eingin broyting at hóma. Í hvussu so er verður eingin broyting hesa vikuna sum veðurvánirnar eru í dag, men eisini tær forsagnirnar, sum røkka fleiri dagar fram, siga tað sama.

Hanus Kjølbro á veðurstovuni sigur, at tað einnasta, sum broytist, er, at onkra løtu verður minni vindur, men aðrar løtur verður meiri vindur.

Orsøkin til veðrið tað liggur eitt hátrýst í Norska Havi, samstundis sum at lágtrýstini koma, eitt fyri og annað eftir, vestaneftir.

Sostatt liggja vit mitt ímillum hátrýstøkið í Norska Havi og lágtrýstini sum koma eitt fyri, og annað eftir, vestaneftir, yvir ímóti írlandi.

Og tað eru eingi sum helst tekin um, at nøkur broyting er á veg, sigur veðurmaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14