Ongi úrslit

Løgreglan mátti, tvær ferðir, eftir sama manni

Hann varð so harðligur, at hann varð settur í brummuna

Áki Bertholdsen
5. juli 2025 kl. 09:32

Í nátt mátti løgreglan, tvær ferðir, eftir sama manni, tí hann dugdi sær ikki hógv. Fyrru ferð var uttan fyri ein privatan bústað í Havn, har hann gjørdi so illa ónáðir, at eigarin ringdi eftir løgregluni. Løgreglan koma á staðið, og vísti mannin burtur,

Men eina løtu seinni varð ringt av einum skeinkistaði niðri í býnum, til løgregluna at melda, at ein maður var so ólátaður, at onnur høvdu ampa av honum.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg at vera sami maður, sum tey høvdu verið eftir stutt frammanundan.

Løgreglan gav honum 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglarnar - men tá bleiv støðan upp aftur verri. Løgreglan sigur, at tað varð maðurin harðligur og tað endaði við, at han eisini varð skuldsettur fyri harðskap ímóti løgregluni, og tað verður revsað - og tað plaga at kosta eina fongsulsrevsing

Av tí sama varð hann handtikin og settur í brummuna fyri náttina.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01