Ongi úrslit

Løgreglan kannar fleiri mál um blaðungar gentur sum stjala

Áki Bertholdsen
15. apríl 2025 kl. 07:55

Løgreglan kannar í løtuni fleiri mál um stuldur í handlimum, Glimmur, í Niels Finsensgøtu í Havn.

Løgreglan sigur, at talan er um blaðungar gentur, báðumegin 15 ár, sum ganga inn í handilin at stjala smúkkur og prýðislutir av ymsum slagi.

Men tey siga, at handilin hevur góð vakmyndatólk allastaðni, so at tað er lætt at finna fran til tær, sum stjala.

Tað eru lutfalsliga nógv dømi um stuldur akkurát í hesum handlinum, og tað hendi aftur í gjár, at tvær blaðungar gentur vóru inni og stjólu,. Men eisini tær eru tiknar upp á film, so løgreglan veit hvørjar tær eru.

Nú verður so gjørt klárt at seta seg í samband við tær.

Løgreglan sigur, at tá ið talan er um so ung fólk, verður ein frágreiðing skrivað til barnaverndina um málini.

Og er gentan 15 ár, ella eldri, fær hon eisini eina viðmerking í revsiváttanina, sum verður standandi í eitt ella tvey ár.

Tað merkir, at hesa tíðina kann hon ikki arbeiða nakrastaðni, har tey krevja reina revsiváttan.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14