Fáar dagar í árinum er so nógv ferðsla, sum tað er tollaksmessudag. Tær síðstu jólagávurnar skulu fáast frá hondini og tað síðsta skal fáast til jólaborðið.
Løgreglan at tískil hevur heilt nógv ferðsla verið í gjár. Tey hava eisini fingið fleiri fráboðanir um bilar, sum stóðu parkeraðir til ampa.
Men sum heild gekk tað væl, sigur løgreglan.
Í nátt Løgreglan gjørdi eisini nakað burtur úr at kanna ferðsluna til Havnar, og úr Havnini.
Bara í tí sambandi vórðu einir 150 bilar steðgaðir upp á bara trý korter, og allir bilførararnir vóru edrúir. Hinvegin fingu átta bilførarar, og ferðafólk, bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Men á Fuglafjarðarvegnum, ígjøgnum Kambsdal, vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein fekk bót fyri at koyra upp ímóti 100 og tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 110 kilometrar um tíman.
Og í gjár mátti løgreglan eisini heim til eitt par í Havn at mekla, tí tey vórðu óklár. Tað varð tó ikki fast ímillum tey, men málið varð loyst við at annar parturin fór av húsum, heim til onkran annan at vera.