Hetta vikuskiftið er rættiliga nógv fólk á bátastevnu í Vestmanna. Og summir hava lagt hart út, tí í nátti mátti løgreglan, í tveimum førum, eftir monnum, sum vóru so druknir, at teir kláraðu seg ikki sjálvar.
Annar var koyrdur til hús, men hin mátti setast brummuna at klára aftur. Hann varð sleptur út aftur fyrr í morgun.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt á bátastevnuni - og tað hevur eisini verið stak friðarligt í Havn.
Seinni í dag verður kvinnurenning, so løgreglan heitir á bilførarar um at vísa varsemi.