Ongi úrslit

Løgreglan avsannar at rættartrygdin í Føroyum er í vanda

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

– Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði. Tað sigur løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.

Hesa seinastu tíðina er ivi sáddur um málsviðgerðina hjá Føroya Politi og í sama viðfangi um rættartrygdina í Føroyum.

– Løgreglan vísir aftur, at rættartrygdin í Føroyum er í vanda, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

– Tað hevur týdning, at eingin verður skuldsettur ella ákærdur uttan nágreiniliga málsviðgerð, leggja tey afturat.

– Tá ið løgreglan fær fráboðanir frá myndugleikum um revsiverd viðurskifti, er tað týdningarmikið, at málini fyrst verða gjøgnumgingin, og at støða síðani verður tikin til, um grundarlag er fyri at skuldseta og seinni ákæra.

– Eingin fráboðan til løgregluna fer beinleiðis í rættin, uttan at haldgóð prógv eru fyri møguligum lógarbroti.

Tá ið ein myndugleiki metir, at eitt lógarbrot er framt á teirra øki, verður hetta meldað til løgregluna.

Løgreglan skal síðani kanna málið og ákæruvaldið skal meta um, antin próvbyrðan í málinum kann lyftast.

– Starvsfólkini í bæði løgreglan og ákæruvaldinum leggja stóra orku í hetta arbeiðið - júst fyri at tryggja rættartrygdina í Føroyum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Hinvegin ásannar løgreglan, at langar málsviðgerðartíðir ikki eru nøktandi. – Tað eru ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið viðgerðin av einum máli dregur út, siga tey.

– Tá ið talan er um serlóggávu, ella um mál, sum eru tey fyrstu av sínum slagi í Føroyum, kann málsviðgerðartíðin verða long, sigur løgreglan.

– Tað er tó ikki nøktandi, at mál fyrna, meðan tey liggja hjá einum myndugleika - uttan mun til hvønn myndugleika talan er um, sigur løgreglan.

– Fyrningarfreistin í málum av hesum slagi er tvey ár. Freistin verður ikki roknað frá tí degi, málið verður meldað til politiið, men frá tí degi lógarbrotið er framt, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at tey hava gjørt vart við tørvin á fleiri starvsfólkum, bæði til løgregluna og til ákæruvaldið fyri at tryggja styttri málsviðgerðartíð.

Av tí sama hevur hevur løgreglan fingið fígging til at seta fleiri starvsfólk hesar seinastu mánaðirnar - og fleiri starvsfólk eru á veg, sigur løgreglan. 

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01