Løgreglan ávarar nú um, at eitt nýtt - men umfatandi - roynd, verður aftur nú gjørd at lumpa pengar frá fólki.
Løgreglan sigur, at fleiri fólk hava boðað teimum frá, at tey hava fingið følsk boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum.
Endamálið hjá brotsfólkunum er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening sigur løgreglan.
Tey siga, at hyggjuráðini eru:
– Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum. Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð í einum leinki í einum SMS ella teldubrævi.
– Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?
– Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni.
– Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldubrævinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.