Vit skulu hava eina lóg í Føroyum har tað verður ásett, hvat ymisk trúarsamfeløg hava loyvi til - og ikki
Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Í seinastuni hevur Jenis av Rana, tingsmaður fyri Miðflokkin, reist spurningin um virksemi hjá fremmandum túarsamfeløgum í Føroyum, serliga muslimum.
Sjálvur heldur Jenis av Rana, at muslimar eiga ikki at sleppa at virka í Føroyum teir eiga heldur ikki at sleppa at byggja eina mosku her á landi.
Í hesum sambandi spyr hann nú løgmann um landsstýrið fer at seta lóggávu í verk um trúarsamfeløg í Føroyum.
Aksel V. Johannesen heldur, at spurningurin um at lóggeva um trúarsamfeløg, er viðkomandi.
Men løgmaður leggur dent á, at skal ein slík lóggáva gera mun, eigur hon ikki bara at fevna um trúarsamfeløg.
Hon eigur at fevna um allar felagsskapir, og alt virksemi, yvirhøvur, sum er stýrt uttanlands, ella sum er fíggjað uttanlands.
Tað er nevniliga lætt lætt er at fjala trúarsamfeløg sum okkrt annað virksemi, heldur løgmaður.
Aksel V. Johannesen staðfestir, at vit hava trúarfrælsi í Føroyum, og eftir grundlógini hava fólk rætt til at savna seg í feløg fyri at dyrka Gud eftir teirra sannføring.
Tað skal kortini verða, uttan at tað stríðir ímóti siðalagi ella almennu skipanini í landinum, har virksemi er.
– Hetta merkir, at ábyrgd fylgir við trúarfrælsinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Tískil er tað viðkomandi at hava eina lóggáva, sum ásetir, hvat ið ikki verður góðtikið, og hvat er í stríð við grundlógina, heldur løgmaður.
Hann vísir á, at Fólkakirkjan er skipað við lóg, men onnur trúarsamfeløg hava ongantíð verið skipað við lóg í Føroyum.
Eftir grundlógini, verða viðurskifti hjá teimum trúarsamfeløgum, sum ikki eru undir Fólkakirkjuni, skipað við lóg, men danir fingu ikki eina slíka lóg fyrr enn í 2017.
– Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at vit í Føroyum gera eina lóg, sum regulerar onnur trúarsamfeløg, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at málið er viðgjørt í landsstýrinum, og har varð avgjørt at fara undir arbeiðið at gera slíka lóggávu.
Løgmaður heldur, at vit eiga at regulera útlendska fígging í hesum sambandi - og vit eiga heilt at banna útlendskari statsfígging í slíkt virksemi.
– Somuleiðis haldi eg, at slík lóggáva skal hava ásetingar, ið tryggja, at grundsúlurnar í fólkaræðinum ikki verða hóttar, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann leggur kortini afturat, at Enn er ov tíðliga at siga, nær slík lóggáva kann leggjast fyri tingið.