Ongi úrslit

Løgfrøðiligt limbo í landsstýrinum - fyri 80 mió. kr.

Grímur Sundstein
51 minuttir síðan

Fyri 10 árum síðani samtykti Føroya Løgting, at nýggi norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd [NS] skuldi setast í gildi fyri Føroyar.

Tó hava Føroyar havt trupult at liva upp til henda sáttmálan. Øll sosial gjøld í Føroyum hava til tíðir antin verið goldin í ósamsvari við hendan sáttmálan ella als ikki verið goldin. Tískil hava føroyingar til arbeiðis uttanlands (og norðurlendingar í Føroyum) í tíðarskeið annaðhvørt goldið dupult ella als ikki goldið og eru harvið dottin ímillum skipanir.

Tíbetur eru summi av hesum viðurskiftum komin í rættlag m.a. ALS-lógin, sum í dag samvirkar til fulnar við NS. Tað merkir, at viðkomandi sum útgangsstøði bert rindar sosial gjøld í arbeiðslandinum og við frítøku frá arbeiðslandinum, um hesin rindar í bústaðarlandinum.

Verri er við heilsutrygdargjaldinum og AMEG, sum framvegis ikki eru endaliga avgreidd. Tað sama geldur barsilsgjaldið, ið summi als ikki hava goldið, hóast tey hava skyldu til tað [smb. NS] og vænta sær rætt til útgjald.

Nú tykist tó ein glotti at hóma, so at útisiglarar og onnur, ið hava rindað dupult AMEG, loksins kunna fáa ‘loyvi at søkja’ um at fáa ’stuldurin’ afturrindaðan.

AMEG – Stutt sagt

TAKS hevur í mong ár sýtt m.a. føroyskum útisiglarum uttanlands og norðurlendingum í Føroyum undantøku at rinda til AMEG, hóast hesi hava goldið sosialgjøld í øðrum norðurlandi, sum ásett í NS.

Hesin bólkur hevur tí goldið dupult sosial gjøld fyri somu tænastu í tveimum londum samstundis, ið er í stríð við NS. Staðfest er í kærustovni og Føroya Rætti, at heimild ikki er at krevja m.a. AMEG í teim føri, har tað stríðir í móti NS. Tí hevur hesin bólkur rætt til endurgjald fyri AMEG, um hesi samstundis hava goldið sosial gjøld í øðrum norðurlandi smb. NS.

80 mió. kr. tilgóðar

Í ársfrásøgnini fyri 2024 hjá AMEG stendur m.a. at lesa ’Í 2024 hevur stýrið tikið avgerð um at innrokna ta upphædd, sum TAKS hevur roknað fyri tíðarskeiðið 2014 og frameftir, at grunnurin kann koma at rinda út aftur. Talan er um 80 mió.kr.’

Sostatt eiga tey, sum av órøttum hava goldið dupult sosialgjøld, slakar 80 mió. kr. tilgóðar hjá AM-grunninum. Men hesi skulu fyribils ikki gera sær stórvegis vónir um at fáa nakað aftur.

Onki endurgjald

Í svari til fyrispurning um afturrindan av AMEG, ið er goldið í ósamsvari við NS, svarar landsstýrisskvinnan í fíggjarmálum [FMR] at ’Neyðugt er tó fyrst at fáa  heimildina til vega […] T.v.s. at afturrindan av AM-gjøldum fer fram eftir umsókn og er treytað av, at sosial gjøld bæði eru goldin í Føroyum og øðrum Norðurlandi. Afturgjaldskravið verður harnæst lækkað við frádrátti í skatti sambært § 154 b í skattalógini eins og fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi.’

Ætlanin hjá FMR er sostatt at mótrokna endurgjaldið frá AMEG í §154b frádráttinum. Verður tað gjørt, verður onki afturgoldið fyri árini 2014-2018, tí hesi somu hava fingið §154b fyri gjald til m.a. folketrygd í Noreg.

Men her hoppar ketan av, tí AMEG hevur onki við §154b at gera.

§154b er frádráttur, sum fram til 1. jan. 2024 varð givin í skattinum fyri gjøld goldin í øðrum Norðurlandi t.d. norsk folketrygd sum hevur ligið á uml. 8%.

Harafturat eru AMEG gjøldini frá 2019 til og við 2023 longu endurgoldin, hóast hesi somu eisini hava fingið frádrátt í skattinum smb. §154b. Her er sostatt onki at mótrokna við.

Fyri 2024 og frameftir verður ongin §154b frádráttur givin, men hesi kunnu framvegis fáa undantak ella endurgjald fyri AMEG, um tey rinda sosial gjøld í øðrum Norðurlandi.

Nú eru trý tíðarskeiðir, sum verða viðgjørd ymiskt, hóast somu reglur í NS alla tíðina hava verið og framvegis eru galdandi. Tað merkir, onki AMEG skal rindast um sosial gjøld verða goldin í øðrum Norðurlandi. Sí mynd.

Limbo við lógarreglum

Í norðurlendskum høpi eru tað NS og norðurlendski tvískattasáttmálin, ið áseta í hvørjum Norðurlandi persónur rindar skatt og sosial gjøld. Her eru skattur og sosial gjøld ikki tengd at hvørjum øðrum, og tí er neyðugt við tveimum ymiskum sáttmálum.

Tað ber sostatt væl til at vera skattskyldugur í einum landi og sosialt tryggjaður í einum øðrum landi samstundis.

Við at flætta skattalógina upp í sosiallógávuna verður alt vavt í ein ellibita. 

At landsstýrinum tørvar heimild at endurrinda gjøld, sum eru kravd inn í heimildarloysi er óhoyrt. Og hvørja heimild tørvar teimum?  Løgtingið samtykti í 2015, at NS skal vera galdandi í Føroyum, og Føroya Rættur hevur staðfest, at hesin sáttmálin er galdandi fram um AMEG-lógina.

Myndin omanfyri vísir, at hetta er limbo við lógarreglum. Stongin verður tillagað alt eftir, hvør skal passa undir, hóast somu reglur hava verið galdandi fyri alt tíðarskeiðið 2014-2023. 

Um FMR skal fylgja sama leisti fyri alt tíðarskeiðið, sum NS hevur verið í gildið, skulu tey krevja AMEG sum longu er endurgoldið fyri tíðarskeiðið 2019-2023 aftur. Men tað er í stríð við NS.

Hin møguleikin er at lækka §154b frádráttin við eini upphædd, ið svarar til longu endurrindaða AMEG. Men hetta er brot á §154 aftur í tíð, sum hevur verið galdandi fram til 1.jan 2024.

Óansæð, so verður lóg brotin, spurningurin er bara hvør.

Kortini velur FMR at fylgja í fótasporinum hjá Heilsumálaráðnum og tengja skatt og sosial gjøld saman til sín fyrimun í eini roynd at bjarga sínum egna skinni og vónandi sleppa undan rokningini samstundis. 

Verður sami leistur fylgdur sum við affturrindanini av heilsutrygdargjaldinum, verður §154b frádrátturin strikaður aftur í tíð og eitt møguligt endurgjald fyri AMEG mótroknað í eyka skattinum. Á hendan hátt endar rokningin aftur hjá útisiglarunum.

So kunnu reglur, paragraffar, altjóða sáttmálar og vanligt vit og skil annars hoppa og renna.

Harafturat ætlar FMR at skerja rættin til útgjald úr AMEG hjá teimum, sum hava goldið dupult. Men hetta má koma í grein fyri seg.

Men tolin trívst, og tey sum ikki valda, mugu gjalda….

Grímur Sundstein,

Fólkaflokkurin

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42