Ongi úrslit

Lív mítt á Christiansborg

Óli Jákup Jacobsen, Valevni fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið
23. mars kl. 08:30

- Hey, eg ringi frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Liggur fyri at koma til starvssamrøðu fríggjadagin?

Hendan løtan á sumri 2013 vísti seg at verða ein varði í mínum lívi, tí ta næstu tíðina var eg á skrivstovuni hjá Sjúrði og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Talan varð um eina ómetaliga góða og spennandi tíð, og tá eg hugsi aftur á tíðina, fái eg somu kenslu, sum tá eg hugsi um Legoland.

Vit gjørdu nógv, fyrireikaðu nógv og arbeiddu nógv. Umframt dagligar uppgávur skipaðu vit m.a. fyri eini ráðstevnu um oljuleiting í Føroyum. Vit gjørdu eisini eina kanning um, hví nýútbúgvin velja at flyta heim – ella ikki flyta heim – eftir loknan lesnað.

Eg fekk eitt serstakt innlit í, hvussu fólkatingssessurin kann røkjast, og hvussu nógv kann fáast burturúr við røttum hugburði.

Tíðin á Christiansborg var framúr, og um veljarin vísir mær álit týsdagin, fari eg at halda fram, har eg slepti fyri 12 árum síðani – hesa ferð ætlandi í fýra ár.

Óli Jákup Jacobsen

Valevni fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01