Her er triði partur av List í Støðum, og hesa ferð er gestur Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna.
Vit fáa fatur í Aldu á Listasavni Føroya, meðan hon er í holt við at stilla upp til framsýningina Brot, har samtíðarlist í stórum formati er evnið. Síðan gongur leiðin út í Bø. Tað er ein gongutúrur, ið millum annað hevur virkað sum heilsubót fyri angistina, sum Alda hevur stríðst við. Prátið snýr seg um hetta at byggja verjugarðar í listini, samstundis sum ein nýtir listina til at bróta sínar kensluligu verjugarðar niður.
Triði partur hoyrist her:
Alda Mohr Eyðunardóttir varð fødd í Føroyum í 1997 og er í løtuni lesandi á kongaliga danska listafróðskaparsetrinum. Hon hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og uttanlands seinastu árini. Í 2019 hevði hon sína fyrstu serframsýning, Flakar, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn, og seinni serframsýnignina eg sakni alt allatíðina á Listasavnið Føroya. Seinastu árini hevur Alda Mohr Eyðunardóttir m.a. verið við á framsýningum sum Samrøður um mjørka (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, VIDEO 2 í Norðurlandahúsinum og seinast flæðir að – flæðir frá á Hafnarborg í Íslandi. Eitt av hennara vovnu verkum er nú eisini partur av føstu framsýningini í Listasavninum.
Hon er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list – bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk: Millum teirra at veva, fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði har tilgongdin til handverkið er ørðvísi, og sambært henni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis.
Trygvi Danielsen hevur upptikið og klipt poddvarpið, sum nú er komið í helvt við trimum tøkum partum út av seks.