Ongi úrslit

List í Støðum - sætti partur: Mariann Hansen og Ternan

Her er sætti og seinasti partur av List í Støðum. Tað er sjónleikarinnan Mariann Hansen, sum tekur okkum á ferð við Ternuni

Trygvi Danielsen
7. november 2022 kl. 16:01

"Tað er í Nólsoy, eg vil búgva. Her er so friðarligt og stilt."

Soleiðis verður sungið í lagnum hjá Charles Gade og Janusi Nolsø, og tað eru ivaleyst orð, sum sjónleikarin Mariann Hansen tekur undir við.

Hon hevur í øllum førum búsett seg í Nólsoy saman við makanum og soninum, har tey hava keypt sær eini sethús, ið eru karmur um poddin hesaferð. 

Prátið snýr seg um Nólsoy, og hvønn týdning Ternan og handilin í bygdini hava fyri samanhaldið á oynni. Harafturat tekur Mariann okkum á ferð til Reykjavíkar og Oslo, umframt at hon greiðir frá um sítt innara landakort, sum hon brúkar í sjónleikarhøpi.

Hoyr prátið her:

Mariann Hansen er uppvoksin á Norðskála og hevur lisið pallleikstjórn á University of Klaipeda, Litava, árini 2007-2008. Í 2015 varð hon útbúgvin bachelor sum pallhøvundur á Listaháskóla Íslands og var í tí sambandi skiftislesandi á Norwegian Theatre Academy í 2014. 

Hon er m.a. kend fyri sínar eyðkendu leiklutir í sjónvarpsrøðini TROM og stuttfilminum Ikki illa meint hjá Andriasi Høgenni – tvær tær mest sæddu og altjóða viðurkendu føroysku filmsframleiðslurnar í nýggjari tíð – umframt at hon hevur verið virkin pallsjónleikari í nógv ár, ikki minst við leikbólkunum Det Ferösche Compagnie og GUT//productions, ið hava pallsett fleiri av teimum mest spennandi leikunum seinastu árini.

Trygvi Danielsen hevur lagt poddin til rættis í samstarvi við Dimmalætting.

Í sætta og seinasti partinum av List í Støðum tekur Mariann Hansen okkum á ferð við Ternuni

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Í gjár kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

20 tímar síðan

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00