Ongi úrslit

List í Støðum - fimti partur: Búi Rouch og húsini í eysturbýnum

Her er fimti partur av List í Støðum. Tað er dansarin, koreografurin og sjónleikarin Búi Rouch, sum er gestur hesa ferð. Hann bjóðar okkum á eina intima ferð til eitt heilt serstakt parlag í ungdómsárunum, ið hevur havt avgerandi leiklut í hansara lívi

Trygvi Danielsen
31. oktober 2022 kl. 17:01

Her er fimti partur av List í Støðum. Tað er dansarin, koreografurin og sjónleikarin Búi Rouch, sum er gestur. Hann bjóðar okkum á eina intima ferð til minnið um eitt hús, ið umboðar eitt heilt serstakt parlag í ungdómsárunum hjá Búa og hevur havt avgerandi leiklut í hansara lívi.

Búi Rouch er uppvaksin í Havn og hevur lisið sjónleik í London og dansiteatur í Keypmannahavn, áðrenn hann fór til Munchen at lesa samtíðardans á Iwanson International. Síðan tá hevur hann verið ein virkin aktørur í samtíðardansi í siðvenjuríka týska býnum, har hann hevur arbeitt við nógvum altjóða viðurkendum fólki í samtíðardansi, umframt at hann regluliga hevur verið í Føroyum og gjørt verkætlanir m.a. við Det Ferösche Compagnie og RIVA.

Nú hevur Búi so búsett seg aftur í Føroyum eftir eitt langt tíðarskeið í útlegd, og tað er eitt heilt annað samfelag, sum hann í dag flytur aftur til.

Hetta er næstseinasti partur í poddvarpsrøðini, List í Støðum.

Búi Rouch bjóðar okkum á eina intima ferð til minnið um eitt hús, ið umboðar eitt heilt serstakt parlag í ungdómsárunum hjá Búa og hevur havt avgerandi leiklut í hansara lívi

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12