Ongi úrslit

List í Støðum - fyrsti partur: Beinir Bergsson og Sólgarðurin

Poddvarp: Í fyrsta parti bjóðar Beinir Bergsson okkum við til Sørvágs, har vit vitja Sólgarðin, sum er havin, ið omman plantaði og røkti, til hon doyði fyri 16 árum síðan

Trygvi Danielsen
Í gjár kl. 16:59

Í fyrsta parti av "List í Støðum" bjóðar Beinir Bergsson okkum við til Sørvágs, har vit vitja Sólgarðin, sum er havin, ið omman plantaði og røkti, til hon doyði fyri 16 árum síðan.

Sólgarðurin er eisini heitið á seinasta yrkingasavninum hjá Beini, sum er staðsett í hesum sama garði, har markið millum menniskjakroppin og vøksturin í náttúruni verður upployst í yrkingunum. Savnið er harumframt staðsett í einum abstraktum mentalum rúmi, har ið kærleikin millum tveir elskarar verður granskaður og at enda syrgdur.

Saman við Beini vitja vit øll hesi støðini og fáa innlit í minnini og kenslurnar, sum har búgva.

Fyrsti partur hoyrist her:

Savnið "Sólgarðurin" er í uppskoti til Virðisløn Norðurlandaráðsins 2022, sum er størsta virðislønin, ein rithøvundur kann fáa í Skandinavia – um vit síggja burt frá Nobel Heiðurslønini. Fíggjarligi vinningurin fyri virðislønina er 300.000 krónur og verður latin komandi november, tá virðislønin verður handað.

Beinir Bergsson er ættaður úr Sørvági og búsitandi í Havn. Hann hevur eina MA útbúgving í týskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands og lesur í løtuni ritlist á Setrinum, har hann verður liðugur við sína bachelor útbúgving í 2024, um heimurin enn stendur tá. Hann gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 2017, "Tann lítli drongurin og beinagrindin", sum vann fyrstu EBBU nakrantíð í 2018, t.e. virðislønin eftir Ebbu Hentze, ið læt sínar ognur til Rithøvundafelagið, so at tað kundi lata árligur gávur til ungar rithøvundar við serligum gávum.

Vertur í poddinum er Trygvi Danielsen. Hann hevur upptikið og klipt allar partarnar av "List í Støðum" í samstarvi við Dimmalætting og við stuðli frá Miðlastuðulsnevndini.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12