Ongi úrslit

List í Støðum - annar partur: Katrin og hennara reyði Renault Laguna

Hesin partur er mobilur, tí Katrin Joensen-Næs hevur nevniliga valt bilin – hennara reyða Renault Laguna – sum staðið, ið útgangsstøðið verður tikið í. Tað er ikki uttan orsøk, tí hetta fýrahjólaða akfarið hevur serstakan týdning fyri Katrin og hennara list, bæði praktiskt og súmbolskt

Trygvi Danielsen
10. oktober 2022 kl. 12:30

Her er annar partur av List í Støðum, og hesa ferð er gesturin Katrin Joensen-Næs, sum millum annað er filmsleikstjóri, handritshøvundur og sjónleikari.  

Hesin partur er mobilur, tí Katrin Joensen-Næs hevur nevniliga valt bilin – hennara reyða Renault Laguna – sum staðið, ið útgangsstøðið verður tikið í. Tað er ikki uttan orsøk, tí hetta fýrahjólaða akfarið hevur serstakan týdning fyri Katrin og hennara list, bæði praktiskt og súmbolskt. 

Annar partur hoyrist her:

Katrin Joensen-Næs er fødd í 1999 og leikstjórnaði í 2018 sínum fyrsta film, Ábyrgd, sum hon eisini skrivaði. Ábyrgd er 43 minuttir langur og liggur tí á markinum millum novellufilm og spælifilm. Hann snýr seg um tilveruna sum avvarðandi av sálarligum sjúkum og vakti ans í Føroyum, ikki minst í hesum ummælinum hjá Birgiri Kruse

Síðani 2020 hava tvær filmsverkætlanir hjá henni verið darvaðar av sitandi Uttanríkis- og Mentamálaráðharra, Jenisi av Rana, tí hann metti, at tær fóru út um mark. Handritini vóru "ikki borðbær". Sostatt fekk Katrin ikki stuðul úr Filmsgrunninum, tó at dómsnevndin viðmældi tað. Hóast hetta er hon næstan komin á mál við sínum næsta stuttfilmi, Sæla, sum er um at verða liðugur í eftirframleiðsluni. 

Mong kenna Katrin úr Ólavsøkukabarettini, har hon hevur verið fastur fúsur síðani 2018 bæði sum sjónleikari, høvundur og leikstjóri.

Vertur er Trygvi Danielsen, sum hevur framleitt og klipt poddvarpið í samstarvi við Dimmalætting og við stuðli úr Miðlastuðulsnevndini. 

Mest lisið hesa vikuna

Hví blanda konservativ Kristin seg uppí alt?

26. sepember kl. 19:35

Patrick Da Silva skal fyri rættin í Føroyum.

26. sepember kl. 22:35

Frí fosturtøka: Sambandsfólk taka frástøðu frá síni egnu tingkvinnu

24. sepember kl. 09:36

Profilur meldar seg úr Sambandsflokkinum

23. sepember kl. 20:39

Tað elvir onkuntíð til spentar støður í náttarlívinum í Havn

Í gjár kl. 10:02

Kvettroynd í Løgtinginum

23. sepember kl. 14:54