Dimma.fo fekk orðið á Lindu R. Guttesen, kvinnan sum situr við róðrið á nýggja Havnarbátinum.
Vit bóðu hana siga nøkur orð um hvussu tað følist at vinna á rivalinum á ársins fyrstu stevnu. Norðoyastevnan, sum enntá er hildin á heimabananum hjá Klaksvíkskingi.
Eisini fregnaðust vit eftir hvussu tað kennist at vera eina kvinna umborð.
-Kenslan er sera góð at vinna fyrstu stevnu! Eingin hevði kanska væntað okkum at vinna klaksvíkingar á Norðoyastevnu, men vit fingu mótprógva tað!
Vit vistu at kappingin fór at vera hørð, men um vit kláraðu at halda somu ferð sum til venjing, so fóru vit at liggja frammi í oddanum.
At vera einsamøl kvinna umborð ger hvørki til ella frá, eg eri eisini einsamøll kvinna á søludeildini á arbeiðsplássinum hvønn dag, so tað eri eg von við.
Eg haldi tað krevur sjálvsálit, at vísa virðing og at standa fast við sítt, og kanska vera meira kontant.
Tað er einfalt at stýra hjá mannfólki, men teir skulu vita, hvør stýrir og hava álit á tær, tí tú skalt megna at taka skjótar avgerðir og standa fast við títt. Annars eru tað skjótt 10 eyka róðursmenn umborð, sum vilja bestemma.
Tað skal vera stuttligt at koma út í bátin til hvørja venjing, og vit skulu kenna okkum væl tá venjingin er liðug, tað hevur nógv at siga fyri meg, sigur Linda at enda.