Ongi úrslit

Liljan vil vita meiri um tunnilin til Suðuroyar

Liljan Weihe tingkvinna fyri Tjóðveldi spyr løgmann fýra skrivligar spurningar og sigur í viðmerkingunum, at tað er undranarvert, at tá talan er um Suðuroyartunnilin, kunnu trygdarkrøvini bendast fyri at fáa pengarnar at passa

Liljan Weihe tingkvinna fyri Tjóðveldi
4 tímar síðan

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari:  Aksel V. Johannesen, løgmaður 
Evni: Suðuroyartunnilin, tunnilsrør og trygd

Spurningar:   
1. Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri enn Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?

2. Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrør uttan rýmingarleiðir, og hvør hevur tikið hesa avgerð?

3. Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?

4. Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi ætlanir um Suðuroyartunnilin?

Viðmerkingar: 
Uppskot um Suðuroyartunnil er fyri aðru ferð borið í Løgtingið. Í uppskotinum er ætlanin, at tunnilin til Suðuroyar bert skal hava eitt tunnilsrør, hóast altjóða forskriftir fyri tunnilsgerð siga, at tunlar í hesi longdini eiga at hava tvey parallell rør. Hetta so trygdin er so góð sum gjørligt, og rýmingarleið altíð er úr tunlinum. Tað hevur ikki verið gjørligt at fáa upplýst, hví støða er tikin til at víkja frá hesum við Suðuroyartunlinum. Í “Álitinum um møguleikar, fyrimunir og vansar at gera ein Suðuroyartunnil” frá 2019 stendur:

“Staðfestast má, at Suðuroyartunnilin verður ein sera langur tunnil, og fíggjarliga rásarúmið er avmarkað. Tí er eisini umráðandi, at arbeiðsbólkurin kannar og mælir til, hvussu tunnilin kann gerast, og at krøvini til tunnilin eru á einum støði, sum ger, at tað er realistiskt at gera tunnilin, samstundis sum trygdin verður nøktandi.”

Víðari stendur, “... er avmarkað, hvør loysn letur seg gera fíggjarliga, og ein loysn við tveimum tunnilsrørum tykist ikki realistisk fíggjarliga, sum støðan er, hóast hendan loysn hevði verið betri fyri trygdina. Avbjóðingin er tí at fáa trygdarstøðið á tunlinum á eitt nøktandi støðið uttan at tað er neyðugt við tveimum tunnilsrørum.”

Tað er undranarvert, at tá talan er um Suðuroyartunnilin, kunnu trygdarkrøvini bendast fyri at fáa pengarnar at passa. Suðuroyartunnilin livir ikki upp til minimums trygdarkrøvini í Norra og ES. Ein tann fremsta orsøkin er, at ongin rýmingarleið er í tunlinum, sum verður í minsta lagi 23 kilometrar langur  og trygdarrúm, sum eru í núverandi uppskoti, verða ikki góðkend. “Tilfluktsrom uten utgang som fører til fluktveger til det fri, skal ikke bygges” stendur í í norsku minimumstrygdarkrøvunum.

Um ein so langur tunnil skal gerast í Norra ella ES, skulu tvey parallell hol borast við rýmingarleiðum millum tunlarnar – óansæð um tunnilin er á landi ella undir sjónum.  

Á Løgtingi, 11. februar 2026 
Liljan Weihe

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

Í gjár kl. 17:15