Leygardagin verður stórdystur í Meistaradeildini. Tá hittast B36 og KÍ í Gundadali. Hetta er síðsti dystur hjá hesum báðum feløgunum í fyrsta triðingi av ársins landskapping, og tað er vorðin sum pallseting.
Í kvøld vann B36 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Úrslitið ber við sær, at B36 undan níggjunda umfari er topplið. B36 hevur 18 stig, NSÍ hevur 17 stig, og KÍ hevur 16 stig. Um KÍ leygarkvøldið fer úr Gundadali fyri aðru ferð í ár við fullari úrtøku, so verður KÍ framvegis við í oddastríðnum.
Fríggjakvøldið hittast NSÍ og HB í Runavík, og tá hevur NSÍ møguleika at taka oddasessin. Í kvøld var stóri trupulleikin hjá NSÍ í Gundadali, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr góðum málmøguleikum. NSÍ legði bragdliga fyri, og tá ið B36 20 minuttir undan leikloki hevði skorað tvey mál, var NSÍ fleiri ferðir framvið, uttan at tað eydnaðist at skora mál.
Hjá NSÍ var tað smeitur, at Klæmint A. Olsen ikki var í hópinum, og at Brandur Hendriksson Olsen er so mikið skaðadarvaður, at hann alla tíðina var á beinkinum.
Um tað fríggjakvøldið eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku ímóti HB, og um tað leygardagin eydnast B36 at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ, so fer støðutalvan eftir fyrsta triðing av hesum kappingarárinum at síggja soleiðis út, at B36 verður topplið við 21 stigum, at NSÍ verður á øðrum plássi við 20 stigum, at KÍ verður á triðja plássi við 16 stigum, og at HB framvegis verður á 11 stigum.
Í kvøld var Dávid B. Andreasen ein av stóru monnunum hjá B36. Hann átti uppleggið, tá ið Boubacar Dabo legði B36 á odda, og minuttin seinni økti hann um munin til 2-0 eftir upplegg frá Bartali Páll Klein. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at NSÍ fór av vøllinum uttan úrtøku.
Í vetur flutti Dávid úr KÍ og til B36. Orsøkin var, at hann sat so nógv á beinkinum í Klaksvík. Nú er hann fastur maður og millum álitismenninar í B36. Tað er møguleiki fyri, at hann leygardagin á B36 miðvøllinum fer at dystast ímóti eldra beiggjanum Jákupi B. Andreasen, sum er liðformaður í Klaksvík. Tað fer hann, um Jákup verður komin fyri seg aftur. Hann var ikki við í gjár, tá ið tað endaði málleyst millum KÍ og Skála ÍF. Jákup var ikki við, tí hann er darvaður av heilaskjálvta, sum hann fekk, tá ið B68 og KÍ spældu fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið, sum KÍ á Svangaskarði vann 3-0, og Jákup ikki kom á vøllin aftur eftir steðgin.
Í Sarpugerði endaði tað málleyst, tá ið Víkingur hevði vitjan av 07 Vestur. Víkingur var nógv á bóltinum, og heimaliðið spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tað gekk, sum tað fleiri ferðir fyrr hevur gjørt. Víkingarnir hava trupulleikar við at umseta møguleikar til mál.
Hóast víkingarnir vóru best á bóltinum, so var 07 Vestur ikki niðurspælt. Tað eydnaðist vágamonnum at varðveita skipanina av liðnum alla tíðina, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at gestirnir kendu seg hava vunnið eitt stig, meðan heimamenninir kendur seg hava tapt tvey stig.
B36 | 8 | 5 | 3 | 0 | 17 | 4 | 18 | |
NSÍ | 8 | 5 | 2 | 1 | 12 | 8 | 17 | |
KÍ | 8 | 4 | 4 | 0 | 16 | 4 | 16 | |
HB | 8 | 3 | 2 | 3 | 11 | 12 | 11 | |
AB | 8 | 3 | 2 | 3 | 11 | 12 | 11 | |
Víkingur | 8 | 2 | 4 | 2 | 8 | 5 | 10 | |
B68 | 8 | 2 | 2 | 4 | 10 | 21 | 8 | |
07 Vestur | 8 | 2 | 1 | 5 | 4 | 12 | 7 | |
EB/Streymur | 8 | 1 | 2 | 5 | 5 | 12 | 5 | |
Skála | 8 | 0 | 4 | 4 | 6 | 10 | 4 |
Fríggjadagin 8. mai
NSÍ – HB
Leygardagin 9. mai
B36 – KÍ
Sunnudagin 10. mai
Skála ÍF - AB
EB/Streymur – Víkingur
07 Vestur – B68