Ongi úrslit

Levi og Marin skiftast um borgastjórasessin í Vági

Samgonga er nú skipað í Vágs Býráði

Áki Bertholdsen
13. november 2024 kl. 18:20

Nú hevur Vágs Býráð eisini skipað seg eftir valið í gjár. 

Upprunaliga var endamálið at fáa allar níggju býráðslimirnar við í eitt samstarv, men tað miseydnaðist. 

Tað merkir, at tað verða somu flokkar, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum halda fram í samgongu. Javnaðarflokkurin hevur tríggjar býráðslimir og Sambandsflokkurin hevur tveir býráðslimir, so tað røkkur akkurat til ein meiriluta. 

Tjóðveldi við sínum fýra býráðslimum verður so aftur í andstøðu næsta valskeið. 

Samgongan er samd um at tey bæði fyrstu árini skal Levi Mørk verða borgarstjóri og Marin Gaardlykke verður varaborgarstjóri. tey bæði seinastu árini skifta tey um, so Marin Gaardlykke verður borgarstjóri og Levi Mørk verður varaborgarstjóri. 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48