Lendis- og kirkjugarðstænastan er nýggjur rakstrarstovnur undir Býarskipanardeildini.
Talan er um eina samanlegging av trimum kommunalum rakstrareindum: Kirkjugarðar og Lendisdeildin, sum fyrr hava hoyrt til Býarskipanardeildini, og Moldgoymslan í Húsahaga, fyrr Tyrvingarplássið, sum hevur hoyrt til Brennistøðina.
Eindirnar allar takast so ella so við lendi og grøn øki í kommununi, og eru tær lutfalsliga lítlar og spjaddar. Við samanleggingini er ætlanin, at eindirnar verða styrktar og virksemið betur skipað.
Tað var í 2025, at tað varð avgjørt, at eindirnar skuldu leggjast saman í ein rakstrarstovn. Ein arbeiðsbólkur hevur í gott hálvt ár arbeitt fram ímóti at leggja eindirnar saman. Í tilgongdini hevur arbeiðsbólkurin lagt dent á at læra arbeiðsplássini og starvsfólkini at kenna, umframt at ávísar størri og smærri broytingar eru í umbúna.
Starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti broytingunum, sum gera, at tey fáa fleiri tættar starvsfelagar og nú betur kunnu samstarva tvørtur um eindirnar.
Jákup Nolsøe er nýggjur leiðari á rakstrarstovninum Lendis- og kirkjugarðstænastan.
Síðst í januar varð skipað fyri einum byrjanardegi, har starvsfólkini á stovninum vóru savnaði fyri at seta sjóneykuna á framtíðar samstarv og tænastustøði.
Elsa Berg, borgarstjóri, byrjaði dagin við at vísa á týdningin av, at stovnurin verður væl skipaður, soleiðis at borgarin fær bestu tænastu.