Ongi úrslit

LemonParty: Hvat er politikkur?

Í øðrum parti av LemonParty tosa vit við Beintu í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðing, ið greiðir frá hvat politikkur er, og so svarar hon eisini spurninginum, um alt kann vera politisk ella ikki

Milia Egilsnes Anda
27. januar 2023 kl. 23:30

LemonParty hesa ferð snýr seg um, hvat politikkur er, og so verður eisini komið inn á, um alt kann vera politiskt ella ikki.

Til at svara okkum upp á hesar spurningar, so hava vit tosað við Beintu í Jákupsstovu, sum er stjórnmálafrøðingur.

Beinta hevur skrivað eina ph.d.-ritgerð í stjórnmálafrøði, og hevur annars granskað nógv um viðurskifti í Føroyum. Hon var millum annað tann fyrsta føroyska kvinnan, sum skrivaði um kvinnur í politikki í Føroyum.

LemonParty er eitt ungdómspoltiskt poddvarp. Vertur er Milia Egilsnes Anda, sum við poddvarpinum roynir at vekja áhugan millum tey ungu í Føroyum fyri politikki og politiskum evnum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30