Ongi úrslit

Leita eftir vitnum til neyðtøkuroynd í Havn

Áki Bertholdsen
24. sepember kl. 15:40

Løgreglan leitar nú eftir vitnum í sambandi við eina neyðtøkuroynd, sum fór fram í miðbýnum í Havn sunnumorgunin 7. september 2025 klokkan gott fýra.

Hendingin byrjar við, at tríggir mans koma yvir til tvær 18 ára gamlar kvinnur, sum sita uttan fyri Margarinfabrikkina ímillum Tórsgøtu og Magnus Heinasonar gøtu. Menninir tosa enskt. Eftir eina løtu fara teir avstað.

Ein teirra kemur tó aftur og roynir at gera seg inn á kvinnurnar. Tá hetta miseydnast, rennur brotsmaðurin frá staðnum.

Brotsmaðurin, sum tosar enskt, er myrkur í húðini og verður mettur at vera uml. 30 ár.

Løgreglan leita nú eftir vitnum, sum kunna hava sæð hendingina, ella mannin renna frá staðnum sunnumorgunin. Tey, sum vita okkurt, kunnu ringja til løgregluna á telefon 35 14 48.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Minningarorð um Paula Nielsen: Hann var ikki tann, sum ræddist broytingar

26. november kl. 12:20